Um okkum
Vit, Jóhannus McGavin Haldansen og Kaj Johannesen, hava sett okkum fyri at gera mun á føroyska marknaðinum.
Jóhannus er sølumaður við drúgvum royndum at finna røttu loysnirnar til kundan.
Kaj hevur royndir innan fíggjarstýring og fyrisiting og syrgir fyri, at vit altíð hava fíggjarviðurskiftini í lagi, so vit kunnu bjóða kappingarførar prísir.

Vit stovnaðu fyritøkuna, tí vit sjálvir hava upplivað, hvussu dýrt tað kann vera at keypa útgerð í Føroyum. Við at keypa beinleiðis úr útlondum vilja vit veita føroyingum somu góðsku til betri prísir.
Vit stremba eftir at bjóða føroyingum møguleikan fyri at keypa týðandi útgerð til lægri prísir.
Okkara missión
Okkara missión er at veita føroyingum dygdarvørur til bíligar prísir, soleiðis at fólk fáa betri vøruúrval uttan at oyðileggja fíggjarstøðuna.

Okkara visión
Við tíðini ætlar fyritøkan at útvíðka vøruúrvalið og bjóða betri loysnir til fleiri vinnugreinar. Vit halda, at føroyingar hava uppiborið at sleppa undan óneyðuga høgum prísum, og tað stríðast vit fyri hvønn dag.